Sambært heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum so vann Neistin 27-26 á Team Klaksvík í Badmintonhøllini sunnudagin, og nú eru klaksvíksliðið gliðið aftur á 3. pláss.
Hóast hetta er fyrsta árið hjá Team Klaksvík í 1. deild, so hevur liðið klárað seg væl higartil í kappingini, har úrslitini higartil hava givið eitt 2. pláss, sum gevur rætt til at spæla um møguliga uppflyting.
Men seinastu tveir dystirnar hevur hepnið ikki verið á teirra síðu, og tí er liðið gliðið aftur á 3. pláss í løtuni.
Merkiligt nokk vunnu Neistamenn sunnudagin við júst sama tepra úrsliti, sum StÍF hevði vunnið í Badmintonhøllini vikuskiftið frammanundan.
Úrslitið var ógvuliga tepurt, enn einaferð 27-26, so sigast mál at Team Klaksvík í løtuni er sera óheppið.
Samstundis vunnu strandingar 35-30 á VÍF í Vestmanna og tóku við tí úrslitinum annaðplássið frá Team Klaksvík, bert eitt stig framman fyri klaksvikingar.
Støðan í 1. deild er nú henda:
1) H71 12 dystir / 22 stig / +113 mál
2) StÍF 13 dystir / 15 stig / + 5 mál
3) Team Klk. 12 dystir / 14 stig / + 18 mál
4) Neistin 13 dystir / 9 stig / – 88 mál
5) VÍF 13 dystir / 8 stig / – 21 mál
6) Kyndil 13 dystir / 8 stig / – 27 mál
Her skal tó leggjast afturat, at Team Klaksvík hevur leikt ein dyst færri enn StÍF, og harafturat eru jú fleiri umfør eftir at leika, so klaksvíkingar hava framvegis góðar møguleikar at vinna seg uppaftur á pláss nr. 2, sum gevur rætt til uppflytingardyst ímóti niðasta ella næst niðasta liðnum í Atlantic Airways deildini.
Tí er tað ikki undarligt, at hini feløgini í 1. deild geva Team Klaksvík harða mótstøðu, tí hesi hava øll somul eisini lið í ovastu deildini. Tvs. at um Team Klaksvík skal upp í sterkastu deildina, so má eitt av liðunum haruppi víkja sæti.
Sambært kappingarskránni er næsti dystur hjá Team Klaksvík ímóti VÍF í Vestmanna sunnudagin tann 3. februar.




