Eftir 7 dystir í inniverandi kapping, hevur Team Klaksvík higartil bert vunnið tann eina dystin – ímóti oddaliðnum Kyndli! – men teir spýta í lógvarnar.
Eftir tey fyrstu 2-3 árini, har framgongdin og viðburðurin hava verði framúr, og har besta lið felasgins er klovið upp gjøgnum deildir og stigatalvur, tykist stígur nú vera komin í hjá Team Klaksvík – fyribils.
Ein orsøk til hesa broyttu gongd í úrslitunum man óivað vera, at liðið nú verður tikið í væl størri álvara nú enn fyrr. Hetta sæst eisini aftur á manningunum, hjá mótstøðuliðunum í 1. deild, har tey meira etableraðu liðini nú aloftast styrkja síni 1. deildarlið við leikarum, sum hava støði til Atlantic Airways deildina.
Til dømis sóu vit í dystinum hjá Team Klaksvík ímóti Neistanum í Høllini á Nabb leygarkvøldið, at heimaliðið m.a. hevði Jacob Jónsson á sínum liði saman við Inga Olsen – báðir tveir navnframir hondbóltsleikarar á Atlantic Airways-deildarstøði.
Hóast 7 dystir nú eru farnir, og liðið higartil bert hevur vunnið ta einum ferðina, soleiðis at liðið í løtuni hevur 2 stig á niðasta plássi í 1. deild. Men fyri tann skuld hava teir í Team Klaksvík ikki mist mótið, men halda fram at arbeiða við at menna liðið, so úrtøkan kann verða betri í teimum 13 dystunum, sum eftir eru í inniverandi landskapping 2008/2009.
Í fjør lá liðið framvið at vinna sær ein uppflytingardyst upp í Atlantic Airway deildina, sum tó ikki eydnaðist, meðan tað í ár fyribils snýr seg um hjá Team Klaksvík at vinna seg upp úr botninum fyri at umgast niðurflyting aftur í 2. deild, har felagið byrjaði sítt unga, fríska lív.
Tað má sigast at vera púra nátúrligt, at eitt so ungt felag má hava nøkur á til at byggja upp og menna ein hóp av hondbóltsleikarum, bæði á fremsta liðnum, men ikki minni í teimum yngru deildunum, og tað er júst hetta, sum Team Klaksvík í løtuni er í holtur við.
Til hetta arbeiðið hevur Team Klaksvík tørv á allari tí hjálp og stuðli, sum tað kann fáa, fyri at fáa motivatión og hava eitt sterkt grundarlag til at menna felagið víðari.
– – –
Úrslitini hjá Team Klaksvík higartil í 1. deild 2008/09:
H71 – Team Klaksvík 29-21
Team Klaksvík – Neistin 25-35
VÍF – Team Klaksvík 34-25
Team Klaksvík – Kyndil 31-25
Team Klaksvík – H71 20-24
Neistin – Team Klaksvík 43-35
Írestandi dystirnir hjá Team Klaksvík í 1. deild 2008/09:
Team Klaksvík – VÍF sun. 14/12
Kyndil – Team Klaksvík sun. 21/12
StIF – Team Klaksvík sun. 4/1
Kyndil – Team Klaksvík sun. 11/1
Team Klaksvík – Stíf sun. 18/1
Team Klaksvík – H71 sun. 25/1
VÍF – Team Klaksvík sun. 1/2
Team Klaksvík – Neistin sun. 15/2
Team Klaksvík – Kyndil sun. 22/2
Stíf – Team Klaksvík sun. 1/3
H71 – Team Klaksvík sun. 8/3
Team Klaksvík – VÍF sun. 29/3
Neistin – Team Klaksvík ley. 4/4
Støðan á stigatalvuni:
1) Kyndil 7 dystir +18 mál 12 stig
2) H71 7 dystir +32 mál 11 stig
3) StÍF 7 dystir – 2 mál 8 stig
4) Neistin 7 dystir +14 mál 6 stig
5) VÍF 7 dystir –24 mál 3 stig
6) Team Kl. 7 dystir –38 mál 2 stig




