Eftir 4 ósigrar higartil í kappingini, eydnaðist tað endiliga Team Klaksvík at vinna sín fyrsta sigur í 5. umfari á Kyndli, sum framman undan hesum dystinum hevði vunnið allar sínar dystir.
Tað var gott lag á monnum, tá ið vit hittu onkrar av leikarunum eftir venjingina mánakvøldið, og tað var ikki uttan orsøk.
Fremsta liðið hjá Team Klaksvík hevði nevniliga dagin fyri, sunnudagin, vunnið sín fyrsta sigur í hesi kappingini.
Eingin ivi var um, at hesin sigurin kom væl við hjá klaksvíkingum og nýggja venjaranum, Jarvin Feilberg Hansen, tí eftir 4 ósigrar var veruliga tørvur á einum ljóspunktið.
Og tað fingu teir so sanniliga, tí sunnukvøldið var greitt, at Team Klaksvík hevði vunnið á sjálvum oddaliðnum í deildini, Kyndli, sum higartil hevði fingið fulla úrtøku úr sínum dystum.
www.team-klaksvik.com skrivar m.a., at fortreytirnar hjá Team Klaksvík til hendan dystin heldur ikki vóru tær bestu, tí Fríðin Ziskason er skaddur og ikki kundi vera við.
Men hetta forðaði ikki Team Klaksvík at gera ein vørr sunnudagin. Liðið vísti ein nógv sterkari vilja, enn teir høvdu gjørt í kappingini, og verjan fungeraði sera væl til tíðir.
Heimasíðan hjá Team Klaksvík skrivar m.a., at Team Klaksvík tað sama kundi havt vunnið ein enn størri sigur, um dómararnir høvdu havt ein betri dag. Ferð eftir ferð stóð vongurin hjá Kyndli niðri í gólvinum inni í teiginum, áðrenn hann skeyt, men ongantíð bleiv dømt yvirtrakk.
Tá ið so tann eini kyndlamaðurin tók Steffan so ógvusliga, at øll í høllini sóu, at tað átti verðið reytt kort, bleiv tað bert til 2 min. út. Hesin sami leikari bleiv toppskjútti hjá Kyndli, ljóðar bersøgna frásøgnin.
Um hesin leikarin hevði fingið reytt, tá ið hann átti, hevði hann onki mál gjørt, tí hetta var tíðliga í dystinum.
Dysturin var annars javnur í byrjanini, og hálvleikstøðan var 13-12.
Frá byrjan í seinna hálvleiki kom ferð á heimaliðið, sum legði seg á odda 18-14.
Tá ið 10 min. vóru eftir, var støðan 26-19 til Team Klaksvík.
Bent í málinum leikti ein góðan dyst, og verjan stóð ótrúliga væl.
Í alopinum spældu allir væl við einum væl uppløgdum Kristoffur mitt fyri.
Málini hjá Team Klaksvík skutu:
Jón 7
Steffan 6
Kristoffur 5
Beinur 5
Dánjal 3
Jógvan 3
Mathias 1
Sámal 1
Henry
Bent
Finn
Støðan í 1. deild, nú øll lið hava spælt 5 dystir:
Nr. Felag Málmunur Stig
1) Kyndil +12 (128-116) 8
2) H71 +21 (147-126) 7
3) StÍF +05 (141-136) 7
4) Neistin +07 (148-141) 4
5) VÍF –19 (132-151) 2
6) Team Kl. –26 (126-152) 2




