Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur, kvartfinala: Neistin – Team Klaksvík 34-17 (15-10): Enn trína klaksvíkingar ikki hondbóltstindarnar

Norðlýsið

Øll menning tekur tíð og stríð, og eingin hevði heldur væntað av nýggja manshondbóltsfelagnum, Team Klaksvík, at tað fór at gera nakað við besta liðið hjá siðvanda Neistanum í kvartfinaluni í steypakappingini, men tað gingu tó næstan 25 minuttir av dystinum, áðrenn klaksvíkingar mistu takið á serliga útlendingunum á bláa havnarliðnum.

Ævintýrið fekk ein enda! Hetta er yvirskriftin á www.team-klaksvik.com, eftir at klaksvíksliðið mikukvøldið hevði verið í høllini á Nabb og vitjað besta liðið hjá Neistanum. Heimasíðan hjá felagum harmast sjálvandi um úrslitið av kvartfinaluni, sum gjørdist ein heldur stórur 17-34 ósigur til glaðu amatørarnar á klaksvíkarliðnum.

Ikki tí – ein ósigur var væntandi, men kanska hann gjørdist í so stórur, eftir at 2. deildarliðið stóran part av fyrra hálvleiki hevði fylgt bara heilt væl við sterkasta Neista-liðnum.

Framman undan hesi kvartfinaluni hevði Team Klaksvík staðið seg avbera væl í steypakappingini, og ávegis kvartfinaluna fingu 1. deildarliðini hjá Kyndli og Neistanum styrkina hjá klaksvíkingum at kenna.

Men her til og ikki longur, var greiði boðskapurin, sum besta liðið hjá Neistanum hevði við sær á vøllin mikukvøldið. Við fleiri føroyskum landsliðsleikarum umframt útlendingar, sum eru nógv betur enn teir føroysku landsliðsleikararnir, vísti Neistin hvat hondbóltur í bestu deildini er fyri nakað.

Útlendingarnir stóri munurin.

Tað gekk tó ein løta áðrenn Neistin fekk yvirvág. Team Klaksvík fekk fyrst málið í dystinum, og liðini fylgdust eina góða løtu. Í 16. minutti stóð á jøvnum 7-7, men so vildi neistamenn tað øðrvísi. Teir drógu spakuliga frá teimum svørtu úr Team Klaksvík, og í hálvleikinum vóru teir á odda 15-10. Í seinna hálvleiki var munurin nakað størri á liðunum. Neistin fór at spæla meiri skipað, men hetta kemur allarhelst av, at klaksvíkingar ikki tóktust vita, hvørjum beini teir skuldu standa á.

Kreftirnar hjá klaksvíkingum vóru eisini farnar at ganga undan, og teir gjørdu nógv persónlig mistøk, sum Neistin væl dugdi at gera sær dælt av. Fleiri mál komu eftir skjótálop, og tað, sum í 16. minutti sá út til at blíva eitt gott úrslit hjá Team Klaksvík, endaði við skrædli.

Endaliga úrslitið gjørdist 34-17 til Neistan, men tað tekur ongan av bóli, tí Neistin er jú í bestu deildini og Team Klaksvík í ringastu.

Fríðin segði eftir dystin, at tað vóru útlendingarnir hjá Neistanum, sum vunnu dystin.

– Teir vóru so nógv betur enn teir føroysku leikararnir, og tað vóru teir, sum veruliga avgjørdu dystin.

Fríðin legði afturat, at um Team Klaksvík eisini hevði havt tríggjar útlendingar á sama støði sum teir hjá Neistanum, so var havnarliðið farið av vøllinum sum tapari mikukvøldið.



Málini hjá Team Klaksvík skutu:

Allan Mørkøre: 7

Gunnar á Steig: 3

Fríðin Ziskason: 2

Dánjal Kjærbo: 2

Meinhardt Joensen: 2

Steffan Kalsø: 1

Umframt málskjúttarnar leiktu Kristian Andreasen, Niclas Niclasen, Kristoffur Jakobsen, Heri Thorsteinsson, Jákup Mikkelsen og Bent Hansen við Team Klaksvík hendan dystin.

Sostatt var Jens Martin Knudsen ikki við á liðnum, so sum ætlanin var sambært formanni felagsins, Fríðini Ziskason.