Fyri fáum døgum síðan vann H71 á Team Klaksvík í Badminonhøllini, og nú mikudagin koma hoyvíkingar aftur norður at spæla ímóti klaksvíkingum – nú er tað í steypakappingini.
Nú skal fremsta liðið hjá Team Klaksvík aftur í eldin.
Mikudagin verður tað steypakappingardystur, har tað er vinnarin fer víðari í kappingini, meðan tapandi liðið verður útsligið úr kappingini.
Tí er lítil ivi um, at liðið úr Hoyvík kemur norður við einum sterkum liðið – spennandi verður.
Steypadysturin millum Team Klaksvík og H71 verður í Badmintonhøllini mikudagin 26/10 klokkan 18:00.




