icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur: StÍF – Team Klaksvík 26-18 (11-7): Dánjal Kjærbo 50 dystir við TEAM KLAKSVÍK

Norðlýsið ÍTROTTUR

Ársins fyrsti dystur hjá Team Klaksvík var samstundis dystur nr. 50 hjá Dánjal Kjærbo, sum enn einaferð var besti maður hjá liðnum, hóast Team Klaksvík tapti.

www. team-klaksvik.com skrivar, at Team Klaksvík sunnukvøldið tapti í ársins fyrsta dyst.

Dysturin úti á Skála var rótutur, og tað sást, at menn hava havt tað gott um jólini, skrivar heimasíðan, sum staðfestir, at menn ikki vóru klárir, tá ið dysturin byrjaði, og sløsaðu alt ov nógv burtur, og álopsparturin var slettis ikki til staðar í fyrra hálvleiki.

Hetta førdi við sær, at støðan í hálvleikinum var 11-7 til heimaliðið!

At skora einans 7 mál í einum hálvleiki í hondbólti røkkur ikki til nakran sigur.

Í seinna hálvleik stríddu klaksvíkingar seg inn í dystin og komu upp á 15-13 til StÍF, men síðan kom ein útvísing, sum vísti seg at kosta 3 mál, og harvið var tapið staðfest.

Dánjal Kjærbo
leikt 50 dystir

Dánjal Kjærbo var sum so ofta fyrr besti maður hjá Team Klaksvík.

Hetta var samstundis dystur nr 50 hjá Dánjali við Team Klaksvík.

Fyri hetta fær hann eina gávu frá felagnum, sum verður handað honum í sambandi við komandi heimadyst hjá Team Klaksvík.

Tórður Lervig toppskjútti hjá
Team Klaksvík hendan dystin

Liðið hjá Team Klaksvík var soleiðis mannað hendan dystin:

Bent Hansen, málmaður
Andras Samson, málmaður

Tórður Lervig, 4 mál
Beinur Heðinsson, 3 mál
Dánjal Kjærbo, 2 mál
Matthias Samuelsen, 2 mál
Rógvi Olsen, 2 mál
Jón Jacobsen, 2 mál
Steffan Kalsø, 2 mál
Sámal Olsen, 1 mál
Willy Stampe
Jógvan Hansen
Niclas Niclasen

Harleyfacadeacryl