Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur: Team Klaksvík – H71 24-27: Team’ið tapti tepurt men varðveitti annaðplássið

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sunnudagin mátti Team Klaksvík lúta fyri H71, sum vunnu oddadystin 27-24, men samstundis tapti StÍF fyri Kyndli, so klaksvíkingar varðveittu annaðplássið.

Hjá Team Klaksvík ræður nú um at halda fast um annaðplássið í 1. deild, sum gevur dyst um uppflyting í Atlantic Airways deildina.

Tað var annars ikki so langt frá einum sigri til Team Klaksvík í dystinum, sum varð spældur í Badmintonhøllini sunnudagin, tí vitjandi oddaliðið úr Hoyvík vann sum nevnt dystin við einans trimumm málum, 24-27.

Hevði StÍF vunnið sín dyst ímóti Kyndli, høvdu strandingar, við einum dysti færri, komið upp á sama stigatal sum Team Klaksvík, men her rættu teir grønu í Havn eina hjálpandi hond til klaksvíkingar við at vinna 32-27 á StÍF.

Sostatt hevur Team Klaksvík framvegis góðar møguleikar at halda fast um annaðplássið í 1. deild.

Sambært kappingarskránni á www.hsf.fo er næsti dystur hjá Team Klaksvík longu nú mikukvøldið, og tað er ímóti júst StÍF í ítróttarhøllini á Skála, so har er talan um ein sera avgerandi og spennandi dyst.

Støðan í 1. deild:

1) H71           15 dystir    +130 mál    26 stig
2) Team Kl.    16 dystir    +  12 mál    18 stig
3) StÍF           15 dystir    +    0 mál    16 stig
4) VÍF            17 dystir     –    3 mál    14 stig
5) Neistin      16 dystir     –  97 mál    12 stig
6) Kyndil        17 dystir     –  42 mál    10 stig