Hóast Team Klaksvík var væl við í dystinum ímóti Neistanum sunnukvøldið, so mistu teir takið eina løtu ímóti endanum, og so struku havnarmenn avstað við sigrinum. Samstundis vann botnliðið, VÍF, á Kyndli og er nú 4 stig aftan fyri Team Klaksvík.
Team Klaksvík tók ikki av møguleikanum at vinna á Neistanum sunnukvøldið.
www.team-klaksvik.com skrivar, at Team Klaksvík hevði allar møguleikar at vinna dystin, men kláraði ikki at leggja seg framum, tá ið møguleikin var til staðar.
Liðini fylgdust allan dystin, og tá ið 10 min vóru eftir, var støðan 23-23!
Tá ið so neistamenn ikki klára at skora í 5 minuttir, skuldi møguleikin verið til staðar at lagt seg á odda, men hetta eydnaðist ikki Team Klaksvík. Ístaðin vóru teir ótolnir og misbrúktu henda møguleika.
Tá ið so Neistin legði seg a odda við 23-26 frá 55. til 57. minutt, mistu Team Klaksvík alt á gólvi og endaði við at tapa 25-29.
Beinur bleiv toppskorari við 9 málum.
Liðið hjá Team Klaksvík sunnudagin:
Bent – Finn – Fríðin – Rógvi – Beinur – Sámal – Jón – Jógvan – Mathias – Danjal – Niclas – Steffan.
Samstundis sum Team Klaksvík tapti hendan dystin, so vunnu vestmenningar sín dyst hetta umfarið, sum var ímóti Kyndli, og botnliðið VÍF kom harvið 2 stig nærri Team Klaksvík, sum tó framvegis er 4 stig oman fyri liðið úr Vestmanna.
Støðan í 1. deild:
1) H71 26 stig
2) Neistin 19 stig
3) Kyndil 19 stig
4) StÍF 12 stig
5) Team Kl. 9 stig
6) VÍF 5 stig
Sunnudagin kl. 18:30 spælir Team Klaksvík aftur heimadyst, hesaferð ímóti Kyndli í Badmintonhøllini.




