Ein stórspælandi Andrass Samson í málinum hjá Team Klaksvík legði grundina til ein tryggan sigur á StÍF í KÍ-høllini sunnukvøldið, har Steffan Kalsø við 8 málum var toppskjútti hjá klaksvíkingum.
Team Klaksvík vann ein tryggan sigur á StÍF sunnukvøldið í KÍ-høllini, har úrslitið gjørdist, at strandingar fóru heimaftur við einum tapi á 10 mál.
www.team-klaksvik.com skrivar, at heimaliðið var betri allan dystin og legði seg á odda 4-0 beinanvegin.
Hesin munurin bleiv ongantíð heintaður innaftur, og móti endanum av dystinum økti Team Klaksvík leiðsluna og staðfesti trivaliga sigurin.
Málini hjá Team Klaksvík vóru javnt býtt millum leikararnar, tó við Steffani Kalsø sum toppskjútta við 8 málum.
Sigurin kom ómetaliga væl við hjá Team Klaksvík, tí við hesum sigrinum eru nú 4 stig niður til VÍF á aftasta plássi, og 3 stig eru upp til StÍF á 4. plássi.
Í hesum dystinum var liðið hjá Team Klaksvík og málskjúttarnir hesir:
Bent Hansen, málmaður
Andrass Samson, málmaður
Steffan Kalsø, 8 mál
Dánjal Kjærbo, 7 mál
Mathias Samuelsen, 5 mál
Beinur Heðinsson 4 mál
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 3 mál
Rógvi Olsen 2 mál
Jógvan Hansen 2 mál
Tórður Lervig, 2 mál
Fríðin Ziskason, venjari, var burturstaddur til dystin, og tí stóð Niclas Niclasen á odda fyri liðnum, og út frá úrslitinum má sigast, at hetta eydnaðist sera væl.
– – –
Á heimasíðu felagsins er eitt yvirlit yvir samanløgdu málskjúttarnar hjá Team Klaksvík í inniverandi, og eru teir hesir:
Navn Dystir Mál
Beinur Heðinson 10 57
Dánjal Kjærbo 11 54
Jón Jacobsen 10 45
Steffan Kalsø 8 36
Jógvan Hansen 11 23
Mathias Samuelsen 10 11
Sámal Olsen 10 9
Fríðin Ziskason 4 8
Rógvi Olsen 9 8
Tórður Lervig 3 7
Kristoffur Jacobsen 2 5
Willy Stampe 6 5
Gunnar á Steig 3 3
Niclas Niclasen 6 3
Kristian Andreasen 2 1
Meinhardt Joensen 2 1
Bent Hansen 8 0
Finn á Svøð 1 0
Danjel Dam 3 0
Ásmund Hvalvík 1 0
Andrass Samson 8 0
Henry Heinesen 2 0
Andrias Ellingsgaard 1 0




