icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manshondbóltur, Team Klaksvík-VÍF 41-21 (18-9): Soleiðis skal tað gerast Team Klaksvík í hopla

Norðlýsið ÍTROTTUR

Tað var stuttligt at vera viðhaldsfólk hjá Team Klaksvík sunnudagin í Badmintonhøllini, har teir gjørdu heili 41 mál og vunnu við 20 málum í týdningamikla botndystinum ímóti VÍF.

Tað er neyvan ov nógv sagt, at sannleikans tími var komin hjá Team Klaksvík sunnudagin.

Undan hesum dystinum, sum var ímóti VÍF, hevði Team Klaksvík bert vunnið tann eina dystin í inniverandi kappingarári í 1. deild og hevði tapt allar hinar, og liðið lá á aftasta plássi við 2 stigum, meðan vitjandi liðið úr Vestmanna lá næstaftast við 3 stigum.

Sostatt var her talan um ein sonevndan 4-stigadyst, tí vinnandi liðið bæði fekk sær sjálvum 2 stig og tók 2 frá hinum botnliðnum.

Venjarin, Fríðin Ziskason, hevði eisini sæð álvaran í eyguni saman við sínum leikarum, sum alla vikuna høvdu vant og roynt at betra teir størstu veikleikarnar hjá liðnum.

Og tíbetur …. tað eydnaðist umsíðir hjá Team Klaksvík aftur at vinna ein dyst.

Áskoðaratalið er enn ikki komið hagar upp, sum eitt nú Stjørnan hevur til sínar dystir, men tað gongur støðugt framá, og áskoðararnir vóru sunnudagin so nógvir, sum vit ongantíð fyrr hava sæð – tað er eisini hugaligt og hevur týdning fyri avrikið á vøllinum.

Intensitetur
og nærlagni

Uttan at vera hondbóltskønir so vilja vit á Norðlýsinum lýsa avrikið hjá Team Klaksvík sunnudagin við hesum báðum lýsingarorðununum: INTENSITETUR og NÆRLAGNI.

Tað var púra greitt og tað sást á øllum brøgdum, bæði á vøllinum og á síðulinjuni, at nú var ein linja løgd, sum vildi nakað.

Intensiteturin í avrikinum hjá klaksvíkingum var hesaferð høgur alla tíðina. Spælararnir høvdu bæði fingið boð, og høvdu týðiliga eisini sett sær fyri, at halda eitt støðugt høgt og hart trýst á mótstøðuliðið, og blivu menn troyttir ella ókonsentreraðir, so setti venjarin beinanvegin aðrar og frískar kreftir inn á liðið.

Nærlagni var eisini sera stórt á liðnum. Bert í løtum, kanska serliga tá ið málmunurin var blivin heilt stórur, kundu leikarar onkrar løtur verða eitt sindur ókonsentreraðir, soleiðis at onkur hol vóru verjuni, ella onkur bóltur varð spældur til mótpartin í álopi.

Hálvleiksstøðan var 18-9 til Team Klaksvík, tvs. 9 mál á muni, og endaliga úrslitið gjørdist 41-21, altso 20 mál á muni, so hetta avrikið hjá Team Klaksvík var veruliga sannførandi.

Toppskjúttarnir hjá Team Klaksvík hendan dystin vóru:

Steffan Kalsø            10 mál
Beinur Heðinsson       8 mál
Dánjal Kjærbo            7 mál
Jón Jacobsen              6 mál
Jógvan Hansen           4 mál
Kristoffur Jakobsen    3 mál
Sámal Olsen               1 mál
Willy Stampe             1 mál
Mattias Samuelsen     1 mál

Stigatalvan í 1. deild sær soleiðis út, nú øll liðini hava spælt 8 dystir:

1) Kyndil       +25 mál   14 stig
2) H71           +36 mál   13 stig
3) StÍF           –  9 mál     8 stig
4) Neistin      +10 mál     6 stig
5) Team Kl.  –18 mál     4 stig
6) VÍF           –44 mál     3 stig