Á evangeliska møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 luttekur manskór úr Suðurstreymi.
Kórið hevur verið virkið síðani á heysti 2007 við síni fyrstu framførslu í Ebenezer til jóla tað árið. Síðani hevur kórið sungið til ymisk høvi, men hetta er fyrstu ferð, teir vitja uttanfyri Havnina. Hesaferð er talan um eina útferð norður eftir oyggj, har sungið verður í Mizpa á Eiði um morgunin, seinnapartin í Hebron í Leirvík og at enda í Betesda.
Sangúrvalið er samansett av teimum gomlu og tradionellu manskórsangunum, sum vit kenna frá manskórstevnunum í 70-unum, men umframt tað eru eisini nýggjari sangir – og kanska verður onkur solo ímillum.
Við í ferðini sunnudagin verða millum 50 og 60 sangarar umframt tónleikarar. Fyri kórinum standa teir báðir Eli Smith og Jens Chr. Guttesen.




