Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Manslandsliðið: Gysari í Luksemborg

Danial Viðoy

Flogbóltur, Luksemborg: Tað gjørdist av sonnum ein spennandi dystur, tá føroyska manslandsliðið møtti Norður Írlandi í gjárkvøldið í undankappingini til VM/EM. Dysturin var í gongd í meira enn tveir tímar.

Føroyar – Norður Írland, 1 – 3, (21-25, 26-24, 27-29 og 24-26)

Flogbóltur, Luksemborg: Tað gjørdist av sonnum ein spennandi dystur, tá føroyska manslandsliðið møtti Norður Írlandi í gjárkvøldið í undankappingini til VM/EM. Dysturin var í gongd í meira enn tveir tímar.

Fyrsta settið vann Norður Írland 25-21, men í øðrum setti svaraði Føroyar aftur, og vann 26-24. Føroyska liðið var á odda í byrjani av hesum settinum, men kom miðskeiðis í settinum afturum, men megnaði at vinna 26-24.

Og var annað settið spennandi, so vóru triðja og fjórða settið ikki minni spennandi. Í báðum settunum var føroyska liðið frammanfyri, men tá avgerðast skuldi fall eydnan hinumegin settið. Settini endaðu við sigri 29-27 og 26-24 til Norður Írland, sum harvið vann dystin 3-1.

Føroyska liðið hevur í morgin frídag, men skal sunnudagin spæla ímóti Luksemborg.