Nógv varð gjørt burturúr í Badminton-høllini ídag, tá Heiðursmerkja-handanin fór fram. Leiðarin á deildini hjá Eik í Klaksvík handaði flestu heiðursmerkini, men tá merkini fyri FM-renningina vórðu handaði, var tað borgarstjórin, Jógvan Skorheim, ið handaði.
Ikki sørt av fólki vóru møtt, skipað var fyri at fleiri av hinum ítróttarfeløgnum í Klaksvík vóru sjónlig í Badmintonhøllini, og eisini var boðið kaffi, saft og frukt, ímeðan lindansararnir vístu kynstur síni, alt í alt ein sera hugnalig løta.
Samstundis er bilaframsýning í KÍ-høllini, framsýningin er ókeypis og fleir brúktu høvi at hyggja at bilum eisini.




