Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria avgjørdi toppdystin

Oliver Joensen

Munurin á KÍ og EBS/Skála var aftasti og fremsti leikarin. KÍ álopsleikarin skoraði øll málini í dystinum.

KÍ er nýtt oddalið í fremstu kvinnudeildini hóast liðið hevur leikt ein dyst færri enn EBS/Skála. Liðini møttust í Klaksvík í dag.

Talan gjørdist um ein sera spennandi og tættan dyst hóast endaliga úrslitið sigur nakað annað. KÍ skoraði til 2-0 í 76. minutti og áðrenn tað var tað EBS/Skála, sum var betra liðið. Men KÍ verjan stóð væl og í málinum visti serbiska Ana Ivanov stórspæl allan dystin. Tá so Maria K. Thomsen samstundis vísti stórspæl í KÍ álopinum, so eydnaðist tað KÍ at vinna 4-0, har Maria skeyt øll málini. Sostatt er KÍ oddalið í kvinnudeildini, har lagt er upp til eina sera spennandi kapping millum júst hesi bæði liðini, sum møttust í dag. Tey skulu spæla fýra ferðir afturat ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, har EBS/Skála hevur heimavøll tríggjar ferðir.