Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria Damanaki: Handilstiltøkini móti Føroyum verða sett í verk hálvan juli

Norðlýsið

Á fundi fyrrapartin við umboð fyri pelagisku vinnuna í ES, gjørdi ES kommiserurin í fiskivinnumálum greitt at handilstiltøkini móti Føroyum verða sett í verk hálvan juli og tey verða rættiliga umfatandi. Tosað verður um 17. ella 18. juli.

Á fundi fyrrapartin við umboð fyri pelagisku vinnuna í ES gjørdi ES kommiserurin í fiskivinnumálum greitt at handilstiltøkini móti Føroyum verða sett í verk hálvan juli og tey verða rættiliga umfatandi.

Danski uttanríkisráðharrin og danski fiskimálaráðharrin fingu einki burtur úr fundinum við ES kommisserin í Bruxell í gjár. Á fundinum gjørdi Maria Damanaki greitt at ES tiltøkini fara at virka um ein góðan mánaða og í løtuni kannar ES hvussu umfatandi handilstiltøkini skuldu verða. Sambært vælvitandi keldum hevur Maria Damanaki longu sagt at makrelur, sild og møguliga laksur eru millum fiskasløgini sum verða rakt av handilsbanninum – og harafturat verður samhandil við Føroyar um keyp og sølu av skipum og tekniskari útgerð blokeraður.

Maria Damanaki gjørdi greitt at hon var ikki sinnað at steðga tilgongdini sum hon nú hevði sett í verk og hon vantaði stóra uppbakking í ES fyri handilsbanninum.

Sostatt komu umboðini frá donsku stjórnini tómhent av fundinum.


Meira seinri….