Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria innstillað sum prestur í Norðstreymoy

Danial Viðoy

Maria Jørðdal Niclasen, sum hevur virkað sum prestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi í tvey ár, fer nú í nýtt starv.

Maria Jørðdal Niclasen, sum hevur virkað sum prestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi í tvey ár, fer nú í nýtt starv.

Fólk í Norðara Eystara Prestagjaldi hava verið sera fegin fyri, at hava Mariu ímillum sín. Hon hevur røkt uppgávu sína væl sum prestur.

Soleiðis skrivar folkakirkjan.fo í kvøld:

Innstillað prest í Norðstreymoy
Á felags kirkjuráðsfundi í Norðstreymoyar prestagjaldi í kvøld, hin 27. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Mariu Jørðdal Niclasen í kallið sum sóknarprestur.

Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir ein sóknarprest í embætið.

Eftir ætlan skipar Uni Næs dómpróstur komandi sóknarprestin við bústaði á Kirkjuteigi í embætið við gudstænastu í Kvívíkar kirkju 22. mars kl. 17,00.

Prestagjaldið fevnir um átta kirkjusóknir: Tjørnuvík, Haldórsvík, Hvalvík, Saksun, Hósvík, Kollafjørð, Kvívík og Vestmanna.

5 umsóknir vóru til embætið.