Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maria Mørkøre á Kunningarstovuni

Oliver Joensen

Listakvinnan Maria Mørkøre hevur søluframsýning av oljumálningum og myndum á Kunningarstovuni í Klaksvík.

Í tíðindaskrivi sigur Kunningarstovan: Í hesum døgum hevur listakvinnan Maria Mørkøre søluframsýning av oljumálningum og myndum gjørdar úr koli og vatni á Norðoya Kunningarstovu. Myndirnar eru 19 í tali.
Maria er klaksvíkingur, hon er 36 ára gomul, lærdi málningalist á Listaskúla í Danmark í 1996-1998.
Hon hevur millum annað havt framsýningar á viðareiði, Tórshavn, Klaksvík og í Danmark. eisini hevur hon luttikið á framsýningum á Norðoyastevnu, Ólavsøku og einari á Stykkinum.
Umframt at vera listakvinna, undirvísir hon í tekning og málningalist á Føroya Handarbeiðsskúla.
Mesta íblásturin til listaverkini fær hon frá føroyskum bygdaløgum, náttúruni og menniskjum.
Framsýningin heldur fram allan mars mánaða.