Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mariann Poulsen vil nú skiljast frá Peter Lundin

John William Joensen

Í kvøld kl. 18:25 danska tíð verður føroyska konan Marianna Poulsen, at síggja á TV2 har hon fer at greiða frá at hon nú fer at skiljast frá manni sínum, sum er dømdur fyri trífald morð

Hetta er fyrsta ferðin síðan ektaskapið bleiv alment at hon traðkar fram í fjølmiðlunum. 

Sambart heimasíðuni hjá TV2 fer hon at greiða frá hví hon nú skal skiljast. 

"Eg skyldi teimum avvarandi hjá offrunum og míni egnu familu og mínari dóttur at koma út úr hesum forholdinum", sigur hon m.a. við TV2.

Hevur mist alt
Síðan søgan um Lundin bleiv alment hevur Mariann Pouslen havt tað sera strævið. 

Í samrøðuni sigur hon at hon hevur mist alt, og tí vil hon nú skiljast – einans 11 dagar eftir at hon giftist við danska drápsmanninnum. 

"Eg má viðganga at eg var alt ov góðtrúgvin", sigur Mariann Poulsen m.a. í samrøðuni. 

Hon greiður eisini frá at hon longu sum 15 ára gomul kontaktaði Lundin – eftir at hava sæð hann í sjónvarpi. 

Samrøðan verður send á TV2 klokkan 18:25 í kvøld (danska tíð)