Aðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum
í Klaksvík hóskvøldið kl. 19.30
Gestarøðari verður Marita Rasmussen,
stjóri á Vinnuhúsinum. Heitið verður:
“Gongdin í vinnuni, útlit og avbjóðingar”.
Sum áður lýst verður árligi aðalfundurin hjá Vinulívsráðnum í Klaksvík hildin á Hotel Klaksvík, hóskvøldið 7. apríl kl. 19.30 sambært vanligu skrá.
Sum vituligt er, standa Norðoyggjar sum heild, fyri dyggum og víðfevndum avbjóðingum og ikki minst í vinnulívshøpi, sum hevur verið grundarlgið undir framgongdini í økinum.
Tí hevur nevndin fyri Vinnulívsráðið heitt á Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum um at koma sum gestarøðara. Hon fer at tosa undir heitinum: “Gongdin í vinnuni, útlit og avbjóðingar”.
Í samband við broytingarnar í samfelagnum, fer hon eisini at leggja fram gongdina í størvum í vinnuni og leggur nøkur lyklatøl fram so sum arbeiðsloysi, arbeiðsvirkni o.a.
Eisini fer hon at hugleiða nakað um gongdina í tí almenna og vinnuni, Somuleiðis nakað um tær avbjóðingar vit síggja í og fyri vinnuni í komandi árunum, m.a. orsaka av, hvussu almenni pengakassin útviklar seg og tær avbjóðingarnar í tí sambandi, sum har eru.
Aðalfundurin verður kl. 19.30.




