“Tað er ringt at siga hvørjar avleiðingarnar verða av at Bretland fer úr ES, men helst kann roknast við, at tað verður ófriðarligt á marknaðinum, at pundið fellur, og at ein ávís óvissa fer at valda.” Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, um støðuna nú bretar hava valt at fara úr ES.
Roknað verður við, at tað helst fara at ganga í minsta lagið eini tvey ár, áðrenn avgerðin á fólkaatkøvðuni kann verða sett í verk, og tí fara vit ikki at merkja allar avleiðingarnar av broyttu støðuni beinan vegin. Men Marita Rasmussen roknar tó við, at onkrar avleiðingar fara at merkjast longu nú.
“Um pundið bara fellur eitt lítið sindur, so merkir tað beinan vegin nógv fyri okkara útflutning,” sigur hon.
Útflutningurin til Bretlands er minkaður
Føroyski útflutningurin til Bretlands er annars nógv minkaður seinastu 10 árini. Í 2006 útfluttu vit fyri eina góða milliard til Bretlands, men í fjør var hetta talið komið niður á umleið 600 mió. krónur. Fleiri orsøkir eru til hesa gongdina. Marita Rasmussen sigur, at vit eru farin at útflyta til fleiri marknaðir, og fiskiskapurin eftir botnfiski er eisini minkaður seinnu árini. Eisini tað at flotin í Barentshavinum ger meira við fiskin umborð, hevur havt ávirkan á útflutningin.
Fá høvdu roknað við hesum úrslitinum
Tað tykist sum at úrslitið á fólkaatkvøðuni í gjár er komið óvart á tey flestu – eisini í Bretlandi, og kanska eru fyrireikingarnar til nýggju íkomnu støðuna merktar av tí. Bretar mugu nú yvirtaka øll økini sum hava verið umsitin av ES í nógv ár, og tí verður neyðugt at stovna hesi av nýggjum í Bretlandi.
“Tað verður eitt tillaginarskeið og sjálvandi mugu vit í Føroyum fylgja væl við í tí gongdini,” sigur Marita Rasmussen.




