Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marjun er nýggjur ritsjóri

John William Joensen

”Vit eiga at leggja okkum eftir at hava gott og fjølbroytt tilfar, ið fevnir um allar innlæringshættirnar” sigur Marjun Ziskason.

Hin 1. august tók hon við nýggjum starvi sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni.Nýggi ritstjórin mælir eisini til, at Skúlabókagrunnurin í størri mun leggur seg eftir at marknaðarføra tilfarið soleiðis, at tað verður brúkt eftir ætlan. ”Men tað er lættari sagt enn gjørt,” sigur Marjun. ”Lærarar hava jú metodufrælsi, og vit kenna frá okkum sjálvum, hvussu sjáldan vit tíma at sláa upp í eini brúkaravegleiðing. Sama er galdandi innan lærarayrki. Tað eru ikki allir lærarar, sum tíma at sláa upp í eini lærarabók hvønn dag!”

Marjun, sum er 42 ára gomul, tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1989. Fyrstu árini arbeiddi hon við innskúling í skúlanum á Brekku og tók síðani útbúgving sum lesipedagogur. Seinastu 11 árini hevur Marjun undirvíst í Skúlanum á Ziskatrøð, mest í føroyskum.

”Hatta ljóðar spennandi,” var fyrsti tankin, tá Marjun sá starvslýsingina í bløðunum. Hon ivaðist, um hon skuldi tora at bjóða seg fram, men helt, at uppgávan var ov spennandi at lata fara afturvið borðinum. ”Eg gekk slett ikki og leitaði eftir nýggjum arbeiði – hevði avgjørt ongar ætlanir um at fara úr starvinum, sum eg hevði, og sum eg treivst ómetaliga væl í. Men lýsingin fangaði meg, tí byrjanarlesing hevur mín stóra áhuga.”.

Nógv av tí tilfarinum, sum finst til byrjanarundirvísing, er av fínasta slagi, heldur Marjun. ”Men okkurt av tí haldi eg ikki vera nóg gott. Vit eru jú so ymisk, so í ein ávísan mun vilja tað altíð vera ymiskar meiningar um, hvat er gott og minni gott. Men eg haldi, at tørvur hevur verið á tilfari til byrjanina í fyrsta flokki, tvs. tilfar at brúka áðrenn eitt nú Hervør og Høgna. Lukkutíð er ein av fyrstu uppgávunum at medvirka í nýggjum og spennandi tilfari júst til hetta endamál – Súlan. Hetta tilfar kunnu bæði børn og lærarar gleða seg til.”

Marjun mælir eisini til, at plakatir, ið kundu hugnað um í skúlastovunum, vórðu gjørdar til ymsu føroysku bøkurnar. ”Á henda hátt kundi lærarin skapt hugna í stovunum, samstundis sum Skúlabókagrunnurin slapp at markera seg,” sigur Marjun.

Um stutta tíð verða enn fleiri ritstjórar í skúlaverkinum. Føroya Skúlabókagrunnur søkir eftir tveimum nýggjum ritsjórum, sum fyrst og fremst skulu taka sær av kunningarlærugreinunum, men eisini kristni, føroyskum og fremmandum málum. Frestin at søkja hesi størv er úti hin 22. august.

Myndatekstur: Marjun við nýggja tilfarinum til byrjanarundirvísing – Súlan (foto: Birgir Kruse)

Kelda: www.fsg.fo