Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marjun Hansen 50 ár

John William Joensen

Í dag, 27. oktober, er Marjun Hansen 50 ár. Marjun er dóttur Alexander bakara, vanliga nevndur Alli, og Solveig Hansen í Havn.

Eftir lidna skúlagongd fór hon í bankalæru í Sjóvinnubankanum í Havn, har hon byrjaði 1. juli 1974. Í 1979 flutti hon til Danmarkar, har hon næstu 6 árini starvaðist í Privatbanken, nú Nordea, í Keypmannahavn.

Marjun flutti til Klaksvíkar í 1985 og byrjaði í Norðoya Banka sama árið.

Í mai 1998 byrjaði hon í Norðoya Sparikassa og hennara høvuðsarbeiðsøki eru  kortavgreiðsla og uttanlandsflytingar.

Marjun ger ikki nógv hóvasták, er nærløgd, umhugsin, hevur humor og dámar væl at syngja í kóri.

Marjun eigur tvey børn, Sólvu og Magnus, og býr í dag í nýggjum húsum norðuri á Grashjalla í Klaksvík.

Føðingardagin er hon burturstødd. 

Harleywoodpaint