Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marjun Kalsø og flogbóltskvinnurnar fingu stóra móttøku

Oliver Joensen

Í samband við at Marjun Kalsø á ferðini við føroyska flogbóltslandsliðnum, leikti sín landsdyst nr. 100, varð hon heiðrað av býráðnum og borgarstjóranum.

Øll, sum hava fingist bert eitt lítið vet við flogbólt, kenna Marjun Kalsø. Hon hevur verið drívkraftin í flogbóltinum í Klaksvík nú í skjótt eitt mannaminni og er "Still going strong".
Tá strandfaraskipið leygið at á Stongunum í kvøld kl. 8.30, varð skipað fyri stórfingnari móttøku, sum sjálvdan er sædd áður.
Hornorkestrið var á staðnum og harafturat vóru nógv ungfólk við stjørnukastarum, sum í stillum vildu vísa Marjuni sóma.
Í býráðshøllini segði sjálvur borgarstjórin nøkur orð, og eisini liðfelagarnir takkaðu við Veru Larsen sum skipara Marjuni fyri tað hon hevur staðið fyri innan ítrótt teirra. Vera segði millum annað, at tað merktist munur á venjingarkvøldunum tá Marjun ikki møtti, tí Marjun er hon sum gongur á odda og venjingin líkist meira eini hugnaløtu enn venjing tá Marjun ikki er, nøkunlunda soleiðis málbar Vera Larsen seg.