Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marjun Lómaklett verður sóknarprestur

John William Joensen

Norðoyingar innstillað prest Á felags kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í kvøld, hin 25. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur.

Norðoyingar innstillað prest Á felags kirkjuráðsfundi í Norðoya vestara prestagjaldi í kvøld, hin 25. februar 2015, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Lómaklett í kallið sum sóknarprestur.

Tað er landsstýrismaður, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setir komandi sóknarprestin í embætið.

Ætlanin er, at prestur verður innsettur skjótast gjørligt. Í komandi viku verður avgjørt, nær dómprósturin skipar sóknarprestin í embætið.

Prestagjaldið fevnir um fimm kirkjusóknir: Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Klaksvík.

4 umsøkjarar vóru til embætið.