Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marjun Olsen í Leikalund

Oliver Joensen

Fríggjadagin 6. juni letur upp nýggj framsýning við listakvinnuni Marjun Olsen úr Klaksvík.

Marjun fer at sýna fram stórar acrylmálningar, har hon hevur valt “Liljuna” sum myndevni.
Marjun hevur gingið á Kunstháskúla í Holbæk. Hon hevur tikið skeið hjá Hansinu Iversen, á Føroya Fólkaháskúla, hjá Birger møller og Thomas Frisholm.
Marjun hevur luttikið á fleiri framsýningum áður og hevur havt einstaklingaframsýningar eisini.
Framsýningin verður hangandi til juli-mánað.

Ferniseringin er kl 17.00 –20.00
Leikalund hevur vanliga opið mán-frí kl. 10-17.30 og leyð 10-13.00
Á Norðoyastevnu er tó eisini opið leyðardagin kl 15.00 –22.00 og sunnnudagin kl 15.00-18.00