Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marknaðar- og sølustjóri á Postverkinum

Oliver Joensen

Í tíðindaskrivi ídag, sigur Postverk Føroya, at Dánial Pauli Davidsen, er settur sum marknaðar- og sølustjóri í Postverkinum.

P/F Postverk Føroya hevur sett marknaðar- og sølustjóra í starv.
 
Dánial Pauli Davidsen er settur í starv sum marknaðar- og sølustjóri í P/F Postverk Føroya. Dánial Pauli er 41 ára gamal havnarmaður, og hevur tikið cand. merc. prógv á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 1990.
 
Dánial Pauli hevur, síðan hann var liðugur við útbúgving sína, arbeitt í Danmark innan leiðslu, marknaðarføring, umsiting, menning og búskap.
 
Dánial Pauli tekur við starvinum frá 1. januar 2007 at rokna.
 
P/F Postverk Føroya gleðir seg til samstarvið við Dánial Paula. Við hesi starvssetan fer nýggja partafelagið undir eitt nýtt kapittul í vinnuvirksemi sínum til gleði fyri viðskifta-, starvsfólk, eigarar og onnur, ið varða av P/F Postverk Føroya.
 
 
Tórshavn 31. oktober 2006
 Sofus Clementsen, stjóri