Leygardagin tann 30. Maj 2015 frá kl. 10 til kl. 16 skipar Dugni á Kambsdali fyri almennum marknaðardegi.
Vit seta endurnýtslu í miðdepilin.
• Leiga borð. Í framleiðsluhøllini stilla seljarar út ymiskt, sum tey selja innan endurnýtslu. Tað eru klæðir, brúkslutir, prýðislutir og mangt annað. Eisini eru seljarar, sum hava heimavirkað handarbeiði, o.t. Ring á tlf.nr.: 350350 og bílegg tær søluborð fyri einans 250 kr.
• Kafé Dugni. Matstovan selur heimabakstur, so sum pylsubreyð, bollar, góðu gomlu
lagkøkuna og aðrar kakur.
· Bilvask. Fá bilin vaskaðan í meðan tú hugnar tær inni á Dugnamarknaðinum ella situr á Dugnakafé!
· Spønir/dekkbark. Endurnýggjaði jólatrøð til sølu. 15 kg sekkir av spønum/dekkbarki fyri einans 60 kr.
· Fiskibrunnur er til børnini 😉
• Fuglafjarðar Hornorkestur spælir kl. 14.00.
• Endurnýtsluhandilin er opin frá kl. 10 til kl. 16.
Arbeiðsfólk á Dugna hava málað ymiskir trælutir, hyllar, skáp, spegl og annað. Í ár hava vit endurnýtt hátalarakassar, teir eru málaðir og tapetiseraðir. Teir eru til sølu hendan dagin ” sera vakrir og serstakir! 😉
Dagurin er almennur og vóna vit, at undirtøkan verður góð, og at nógv fólk koma á gátt hendan dagin. Eitt gott høvið at hugna sær og fáa góðan íblástur og undirhald við endurnýtslu í hásæti.
Dugni.fo
Vit eru eisini á Facebook 😉 -> *Dugni Á Kambsdal Endurnýtsla*




