Tað var áhugavert at líða á Markus í Norðnastovu, meðan hann í Smæruni greiddi frá teimum ofta baldrutu viðurskiftunum við vánaligum og lítlum havnalagi í brimi at fáa skipa farm og fólk upp í Mikladali og á Trøllanesi, har verðið oftani stóð meira á, enn á Húsum og Syðradali.
Postur var nógvur og kom tað meiri enn so fyri, at gingið var av Húsum norður til Mikladals við posti og so eisini til Trøllanesar. Seinnu árini var eitt postumboð í Mikladali, sum so syrgdi fyri, at posturin varð bornin Norður Nes.
Altíð var nógv frakt við Polaris ella Barsskor – Mjólkadunkar í hópatali, gassfløskur, oljutunnur, hoyggj, seyður, mjøl, sukur og annað til húsarhaldið. Eisini myndir av einum stórum køki, sum skuldi skipast upp í Mikladali.
Tað var meir at kalla vanligt at stjóra frakt upp og av oynni, samstundis sum lítli bátur hjálpti til í briminum, tí Polaris ella Barsskor ikki kundi leggja at.
Havnalagið í Mikladali verður kallað undir Hálsinum; á Nesi – á Stígnum, men var ikki lendandi og nógv brim var, varð stjórað av Prestklettinum, sum er munandi hægri enn lendingin.
Tað kom eisini fyri, at oljutunnur við enda á vóru sleptar á sjógv og so drignar niðan eftir dráttinum, sum sjálvandi ikki var lætt, tí tær vóru rættiligar tungar.
Ein søga var um eitt barn, sum einaferð varð sett í ein mjólkadunk og síðani stjórað umborð á bátin – Eisini var onkur sett í ein posa, og so stjórað umborð.
Umstøðurnar vóru ikki av teimum bestu, men hetta vóru næstan bara treytirnar, sum man lærdi seg at liva við. Bygdirnar stóðu saman so tað lat seg gera, tí oftani var nógv frakt og fólk, sum máttu fáast til høldar so ella so.
Jólaferð
Markus greiddi frá eini ferð til jólar, familjan skuldi fara til Klaksvíkar. Væl av kava hevði ligið og dagin fyri var gott veður. Henda dagin tey fara – og vanliga tekur ferðin tveir timar, høvdu tey forroknað seg og fóru heldur seint. Tey komu í tjúkkan kava og ísur lá omaná kavnaum.
Tey vóru seks í tali og høvdu enda millum sín. Markus var 6 ára gamal og gekk fremstur, síðani pápin og hini fýra aftaná. Tað var rættiliga ringt at ganga og myrkur kom á tey. Tey høvdu eina lykt við nógvum battaríum, men eftir stuttari løtu gekk hon fyri.
Tey gingu í heilar sjey tímar, áðrenn tey sóu ljósini á Húsum. Tá var frøði á ferðafólkunum, sum lógu nátt á Húsum, áðrenn hildið var fram til Klaksvíkar dagin eftir.
Markus greiddi frá við einum smíli, at sagt hevur verið um hesa ferðina, at tá ið tey sóu ljósini á Húsum, ”Grótu øll uttan eg og pápi”!
Til framløguna vórður nýttar myndir, Hjalmar Waag Høgnesen, skipari á Barsskor, hevur tikið. Eisini hongur myndaframsýning uppi í Smæruni av somu myndum.
Ein áhugaverd framløga hjá Markus við hópin av skemtiligum søgum eisini. Og sum altíð var nógv prát í krókunum eftir framløguna, meðan eisini varð hugt at myndaframsýningini.


































































