Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Markus steðgar í Klaksvík leygardagin

Fiskivinna

Grønlendski rækjutrolarin Markus steðgar í Klaksvík leygardagin áðrenn skipið skal í dokk í Danmark.

Markus er grønlendskur rækjutrolari, ið fiskar rækjur í vestur og eystur Grønlandi. Við trolaranum eru fleiri føroyingar. Markus kemur á Klaksvík leygarmorgunin umleið kl. 7. Har skulu ymisk trol í land og eisini skal føroyska manningin skiftst. Markus steðgar í Føroyum, tí báturin skal í dokk í Frederikshavn, har ymiskt í sambandi við 10 ára klassan skal gerast.

Markus, ið er heimahoyrandi í Nuuk, telur hendan túrin føroyingarnar Annfinn Jacobsen(skipari), Arna Simonsen, Hera Henriksen, Jákup Klein og Sámal Petur Lervig. Markus fer væntandi avstað aftur seinnapartin leygardagin.