Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur samtykt at seta Marnu Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðing, í starvið sum leiðara fyri samstarvið millum allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum tekur yvir eldraøkið frá landinum.
Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur samtykt at seta Marnu Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðing, í starvið sum leiðara fyri samstarvið millum allar kommunurnar í Norðoyggjum, sum á nýggjárinum tekur yvir eldraøkið frá landinum.
Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 11 umsóknir komnar til starvið sum leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH). Setanarbólkur varð settur at viðgera umsóknirnar og at gera eitt tilmæli til stýrið, sum á fundi mikudagin 22. oktober 2014 samtykti at seta Marnu Arge Ellingsgaard í starvið.
Marna er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1990 og hevur drúgvar sjúkrarøktarfakligar royndir innan eldraøkið, við tað at hon hevur arbeitt í Heimatænastuni yvir eitt 18 ára tíðarskeið, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og síðani í góð 5 ár sum leiðar á eldrasambýlunum í Klaksvík.
Eisini hevur hon fakligar royndir innan heilsuverkið frá tí medisinska- og tí kirurgiska økinum, frá instensivari deild, hospice og sum lærari í sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum.
Eftir lokna útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur Marna tikið útbúgving sum kliniskur praktikkvegleiðari fyri lesandi og næmingar, Masterútbúgving í Útbúgving og Læring, og í 2013 fór hon undir diplomútbúgving í leiðslu á Føroya Handilsskúla, sum væntandi verður liðug í 2015.
1. januar 2015 yvirtekur NBH eldraøkið í Norðoyggjum frá landinum, og Marna Arge Ellingsgaard byrjar tá formliga í leiðarastarvinum. Nógvar fyrireikingar skulu kortini gerast innan ta tíð, har Marna sum leiðari hevur ein týðandi leiklut.
Stýrið fyri NBH hevur samtykt at skipa tann umsitingarliga partin av eldraøkinum í Norðoyggjum sum part av býráðsumsitingini hjá Klaksvíkar kommunu, og dagliga arbeiðsplássið hjá leiðaranum verður sostatt í býráðshúsinum í – við tilvísing til stýrið fyri NBH.
Í stýrinum fyri NBH eru hesir limir: *Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu (stýrisformaður), *Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis Kommunu (næstformaður), *Amalia í Frammistovu, borgarstjóri í Fugloyar Kommunu, *Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu, *Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa Kommunu, *Meiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri í Kunoyar Kommunu, *Óluva Klettskarð, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, *Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, *Eyðstein Ólason Poulsen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, *Gunvá við Keldu, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, og *Herfrí Sørensen, býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu.
– Vegna stýrið vil eg ynskja Marnu Ellingsgaard hjartaliga tillukku og bestu eydnu í starvinum, har vit síggja fram til at samstarva við hana, sigur Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH.




