Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marnar og Rebekka føroyameistarar í Crossrenning

Guttorm Sørensen

Leygardagin bleiv skipað fyri FM í crossrenning í Hoydølum í Havn. Hetta var samstundis 4. umfar í Vetrarkappingini. Luttøkan var góð og líkindini at renna cross vóru av teimum allarbestu. Treysti hevði fleiri luttakarar við og runnu teir allir væl. 

Í opna bólkinum hjá monnum er tað í løtuni ongin, sum ger nakað við 18-ára gamla Marnar Djurhuus úr Treysti á teimum longru teinunum. Leygardagin gjørdist hann tryggur FM-vinnari meira enn tveir minuttir frammanfyri Sam Vang á øðrumplássi. Nummar trý bleiv Hallur Holm. 17-ára gamli Einar Gregersen úr Treysti, hevði ein sera góðan dag leygardagin og gjørdist nummar fýra, sum er hansara besta úrslit í Vetrarkappingini.  Marnar og Einar vunnu eisini ávikavist gull og silvur í mansunglingabólkinum.

 
Marnar Djurhuus føroyameistari í Cross 2013  Einar Gregersen rann sína bestu Vetrarkapping nakrantíð

Rebekka Fuglø vann opna kvinnubólkin. Hon var næstan tveir minuttir frammanfyri Durutu R. á Lofti, og næstan fýra minuttir frammanfyri Birnu M. Joensen. Rebekka vann eisini kvinnuunglingabólkin.

 
Rebekka Fuglø hevur vunnið øll fýra umførini í Vetrarkappingini

Hjá veteranunum gjørdist Hallur Holm vinnari, frammanfyri Borgar Biskopstø og Heina Gregersen úr Treysti.

 
Borgar Biskopstø og Heini Gregersen vunnu silvur og bronsu í veteranbólkinum

Ella Áarstein bleiv nummar tvey í kvinnuveteranbólkinum, aftanfyri Ann Thomsen. 

 
Ella Áarstein vann silvur í sínum veteranbólki

Í superveteranbólkinum gjørdist Pól Sundskarð nummar tvey. Í vetur hevur Jens R. Weihe verið suverenur í hesum bólkinum. Nummar trý bleiv Jóannes Ortind.

 
Pól Sundskarð rann seg til eitt silvurheiðursmerki. Pól, Jens og Jóannes á skamlinum

Í dreingjabólkinum bleiv tað til eina spennandi uppgerð millum Gunnar Sivertsen úr Treysti og Teit Bjarnastein úr Bragdið. Endin bleiv at Teitur vann bert trý sekund frammanfyri Gunnar.

 
So tætt var millum Teit Bjarnastein og Gunnar Sivertsen. Á hálvari leið lá Gunnar frammanfyri

Bert 11-ára gamla Oddvør Josephsen úr Treysti, sum júst hevur fingið aldur at luttaka í Vetrarkappingini, gjørdi leygardagin ikki mætari enn, at vinna ein nokkso tryggan og kanska óvæntaðan sigur á Sáru Debesardóttir, meðan javnaldrin hjá Oddvør, Rutt Gregersen úr Treysti, gjørdist nummar trý.

 
Oddvør Josephsen vann sína fyrstu Vetrarkapping og Rutt Gregersen gjørdist nummar trý

Fimta umfar í Vetrarkappingini verður í Hvannasundi leygardagin 23. februar kl. 11.00.