Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Marshallætlan neyðug í fiskivinnuni?

Leif Høj

Tað ljóðar einki serligt, men tað er helst neyðugt, um heimaflotin skal hava lív lagað, og arbeiði skal verða til fólk úti um landið. Marshallhjálpin var byrja undir Seinna veraldarbardaga, tá USA skuldi fáa gongd aftur á Evropa. Meir kann lesast um tað í søguligum bókum, men áhugavert er tað at vita, at tað eydnaðist væl til vøkstur og signing fyri alt Evropa í eftirkrígstíðini frá 1947 og til 1955.

Tað ljóðar einki serligt, men tað er helst neyðugt, um heimaflotin skal hava lív lagað, og arbeiði skal verða til fólk úti um landið. Marshallhjálpin var byrja undir Seinna veraldarbardaga, tá USA skuldi fáa gongd aftur á Evropa. Meir kann lesast um tað í søguligum bókum, men áhugavert er tað at vita, at tað eydnaðist væl til vøkstur og signing fyri alt Evropa í eftirkrígstíðini frá 1947 og til 1955.

Tað er í dag komið har til herheima, at heimaflotin og framleiðsla av fiski á landi er endaliga við at verða ein farin tíð. Truplu umstøðurnar at veiða fisk, við forðingum og friðingum og tí sera smáliga fiskiskapinum og hartil lágu prísunum ger, at tað fyri nærum allar skipabólkar, ið royna eftir toski, hýsu, flatfiski, havtasku og upsa ikki stendur mát longur.

Eyðsýnt er, at tað er púra vónleyst at meta um fiskarí og prísir, men tað átti at verið gjørt nógv meira frá almennari síðu at hjálpt, har tað er neyðugt, og møguliga eisini frá øðrum pørtum av vinnuni, sum ganga væl júst nú.

Vit kundu nevnt fleiri møguleikar at hjálpt. ALS skipanin, sum eisini fór at raðfesta fiskimannin, ókeypis trygdarskeið, styttri skeið um sjólívið, so tilgongdin økist, minstuløn á 1500 kr. um dagin til fiskimannin og nógv onnur dømi. Eisini onkur viðurskifti, sum als ikki hoyra heima júst nú, áttu at verið broytt, t.d. at sjófólk við hægru lønunum fáa skattalætta serskilt. Tað átti at verið raðfest har, sum tað treingir til.

Fíggingarfortreytir eru sera trupular, risikokapitalur finst ikki, ES bann ørkymlar, vánaliga umtala í ES ávirkar heilt víst fiskaprísin, almennir grunnar sum Framtak og aðrir hava koyrt seg fastar og spæla slett ikki við meira.

Tað er so óalmindiliga ódámligt, at alt orðaskifti um makrel, sild, Flemish Cap og býti verður avskeplað um rættindi, hevd og hartil óbeinleiðis stuðul við útlutan av kvotum, sum ørkymlar meira, enn tað batar.

Tað er ein sannroynd, at politiski myndugleikin hevur ikki dugað at býtt út rættindi ella grundgivið fyri rættindum, ið tað pelagiska ævintýrið hevur havt við sær. Tað síggja vit við, at skip, sum aldri hava fiskað í føroyskum sjógvi og ei heldur hava loyvi at fáa kvotu, fáa sín part nú og pressa á meira. Tað er eisini ein avbjóðing, at tað helst eru bert 2-3 reiðarí, sum eiga 150 túsund tons av tí pelagiska tilfeinginum. Tað ger gjógvina so ómetaliga stóra.

Fyri fiskivinnuna á landi er framtíðin heldur ikki ljós. Hugsast kann, at tað verður bara alt meira framleitt til havs, og harvið kemur minni tilfeingi til lands. Hevur man gjørt sær tankar um hetta, at tað verða eini 20-30 færri bygdir herheima um 10-20 ár, tí einki arbeiði er, eingin framtíð. Eg sigi ikki, at hetta er skeivt, og gongdin skal fara tann vegin, men vilja vit tað? Eru ikki Føroyar akkurát eitt land, har vit velja at búleikast runt um, og tað eru bæði vinnuligar og sosialar fortreytir galdandi! Hattin av fyri kommununum, sum í fleiri ár hava gjørt megnararbeiði at skipa síni økir og kjúkla um borgaran.

Eg óttist fyri, at Føroyar í mesta lagi klára 40-45 túsind fólk, og helst øll við doktargradum og væl lærd.

Eg sakni hjarta aftur í fiskivinnupolitikkin og arbeiðarapolitikkin, har vit eru við til at raðfesta, luta út, bera hjá hvørjum øðrum, so tað er rættvísi, stimbran og menning galdandi. Ikki klandur, briksl og ørvitistos.

Hetta er møguliga dapur lesnaður, men tað er neyðgt, at átøk verða gjørd í stundini, at okkurt munagott verður sett í korti, so tað loysist upp fyri betri fortreytum og rakstri í fiskivinnuni á sjógvi og sanniliga á landi við.

Allir samfelagsbólkar mugu vera við, ungdómurin má læra meira um vinnuliga grundarlagið herheima, arbeiðandi fjøldin má útvegast arbeiði og góð kor, tey eldru kunnu læra av sær á skúlum og barnagørum og hjálpa til at egna, so útróðurin mennist.

Visjónir mugu tendrast, horisonturin víkjast, gomlu íverksetararnir mugu heiðrast. Føroyar 2013 skal eisini vinnuliga verða í fremstu røð eins og ítrótturin, tónleikurin, mentanin hava skapt sær tign og stórt frambrot herheima og altjóða.

Leirvík 13 maj 2013