Í fyrrakvøldið kom snotiliga farið Martin, sum er tænastuskip hjá Bakkafrost, inn á Klaksvík. Teir hava ligið í Haraldssundi og avlúsað í eina viku
Í fyrrakvøldið kom snotiliga farið Martin, sum er tænastuskip hjá Bakkafrost, inn á Klaksvík. Teir hava ligið í Haraldssundi og avlúsað í eina viku
Eftir at hava tikið olju í Tórshavn, komu teir til Klaksvíkar at liggja, og fara seinni í dag norður á Funningsfjørð at avlúsa.
Skipið er sera væl útgjørt, stórt og rúmligt og hevur stóra maskinorku: 2 motorar á 2.200 KW – er 73,4 m langt og 16,6 m breitt – tonnage 2.466 tons. Skipið er eisini væl útgjørt við stórum kranum.
Við skipinum eru 11 mans, sum hava vunnið sær góðar royndir við serligu avlúsingarskipanini og gongur tað væl og skjótt at avlúsa.




