Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Martin Joensen í Christianskirkjuni

Tíðindaskriv

Sunnudagin 18. januar, kl.17.00, verður konsert við Martin Joensen í Christianskirkjuni.

Martin kemur at framføra nakrar av sangskattum sínum, samstundis sum hann eisini fer at greiða frá lívinum, og tá hann stóð á einum vegamóti og valdi eina nýggja lívsleið. Hóast tekstirnir hjá Martini oftast eru merktir av einum løttum og viðhvørt skemtiligum huglagi, so hómast tó eisini í fleiri teirra ein meiri álvarsligur dámur. Hetta sæst m.a. í niðurlagnum á góða sanginum Morgun: “Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín, byrða, ið tung er at bera, ber hana betur enn vit.” Greiður og sigandi tekstur, ið samstundis situr væl.

Vælkomin á konsert í Christianskirkjuni