Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Martin Ødegaard samráðist við Real Madrid

Jákup Ósá

Kanska størsta talentið í Noreg nakrantíð og sum øll stórfeløg ynskja at fáa, fór týskvøldið til Madrid, har tað eftir øllum at døma eru samráðingar á skránni.

Stóra norski fjølmiðilin VG ber týskvøldið boðini um, at eftir teirra upplýsingum, so er 16 ára gamli Martin Ødegaard farin til Madrid. Endamálið var at fáa eina endaligan sáttmála uppá pláss. Ødegaard hevur áður vitjað í Real Madrid, men hann hevur eisini royndarvant í fleiri stórfeløgum. Strømsgodset eigur framvegis Ødegaard. Men hann hevur ikki nógv eftir av sáttmálanum og tí væntast ikki, at felagið fær nakra risaupphædd fyri leikaran, sum longu hevur spælt sínar fyrstu A-landsdystir fyri Noreg.

Les meir á VG her