Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Másin kundi ikki brúkast til útferð hjá Strandferðsluni

Oliver Joensen

Umleið 100 strandferðslufólk hava verið útferð í Svínoy ídag, men hóast ókeypis var at sigla við Másanum, so valdi tey ikki Másan.

Vit í Norðoyggjum hava í langt áramál vita, at Másin als ikki var tíðarhóskandi far at sigla til Svínoyar.
Tað sama halda helst starvsfólkini á Strandferðsluni. Nú tey skuldu ein stuttleikatúr til Svínoyar, valdu tey heldur at keypa seg inn í ein tr við Silju Star, Froyu og Alfa Pilot.
Hóast Strandferðslan lýsti at ókepis var at sigla við Másanum ídag, so vóru bert 10 ferðafólk við Másanum ímorgun.
Hinvegin frættir Norðlýsið at leigaðu bátarnir, ið Strandferðslan helst leggur bróðurpartin út fyri, vóru so beinasamir, at teir tóku nógvar "gratistar" við, sum ikki tímdu við "danguni" hjá Strandferðsluni.
Tey útivið 100 starvsfólkini hjá Strandferðsluni valdu heldur at leiga seg inn á Silju Star, Froyu og Alfa Pilot.
Spurningurin er so hvat landsstýrismaðurin í samferðslumálum sigur til spurningin: "Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at tey "fínu" í almennum starvi hjá Strandferðsluni ikki eru nøgd við almenna samferðslukervið, men mugu leiga seg inn á tað privata tá tey sjálvi hava hug at ferðast, ímeðan tey, sum búgva fast í Svínoy skulu tiga og vera nøgd við Másan, ið sjálvt ábyrgdarfólkini ikki halda vera nøktandi til teirra standard?!"