Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maskinførari til miðøkið hjá Landsverki

Landsverk

Landsverk søkir dugnaligan og álítandi maskinførara til miðøkið (Streymoynna, Vágar og norðara part av Eysturoynni) at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • viðlíkahald av landsvegum
  • vetrarhald
  • aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv
Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið. Um tú ikki hevur royndir í at koyra entreprenørmaskinur, sum eitt nú gravi- og lessimaskinur, verður upplæring givin.

Sum persónur vænta vit, at tú er ágrýtin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Vit vænta, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og væl skipaður. Harumframt skal tú dáma at arbeiða sjálvstøðugt, vera fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Setanarviðurskifti

Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknarfreist: 7. juni 2017.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo