Landsverk sóknast eftir einum dugnaligum og álítandi maskinførara til norðurøkið (Eysturoy og norðoyggjar) at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- viðlíkahald av landsvegum
- vetrarhald
- aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv
Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Ti er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.
Sum persónur vænta vit, at tú er ágrýtin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Vit vænta, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Harumframt skal tú dáma at arbeiða sjálvstøðugt, vera fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Tín fasti arbeiðsstaður er á Lambareiði, og arbeiðsøkið fevnir um alt norðurøkið. Tó kann tað koma fyri at tú skal loysa uppgávur aðra staðni í landinum.
Roknast má við úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni.
Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis hesa síðuna og verða okkum í hendi í seinasta lagi 08. oktober 2017. Hetta verður gjørt umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á tlf. 290 920, teldupost: arja@lv.fo.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




