SEV sóknast eftir einum maskinisti / maskinsmiði til SEV á Strond. Á elverkinum á Strond er ein 2,3 MW Mirrleese National, ein3,6 MW Mak, umframt ein 1,4 MW Sulzer vatnturbina.
Harumframt hevur SEV, á Strond ábyrgdina av elverkunum á smáoyggjunum: Fugloy, Mykines, Koltur, Skúvoy og Stóru Dímun. Umframt eykaverkini í Svínoy, Nólsoy og Hestoy og øll mobilanleggini hjá SEV.
Tú
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum maskinist/ maskinsmiður. Vit ímynda okkum, at tú hevur fjølbroyttar og viðkomandi arbeiðsroyndir.
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og at samstarva. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí kann talan verða um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum.
Uppgávur
Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur:
Verkstað – og vaktuppgávur á Strond. Viðlíkahalds/ yvirhálingar á smærri anleggum á smáoyggjunum umframt mobilanlegg.
SEV
SEV bjóðar tær:
· Upplæring í arbeiðsøki og uppgávum
- Ávirkan á egið arbeiði
- Viðkomandi skeið
Løn
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast Sæmund Tausen, verkmeistara ella Anders Nedergaard Hansen, deildarstjóra fyri framleiðsluni á telefonnr.: 346800
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 4. desember kl 12.
Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo




