Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maskinsmiðjulærlingar til SEV

SEV

– Endurlýsing

SEV hevur tørv á tveimum eldhugaðum maskinsmiðjulærlingum at byrja eftir summarfríðina.  

Annar hevur lærupláss á Sundi og hin á Strond í klaksvík.

Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, sum stuðla og vegleiða, so tín lærutíð verður áhugaverd og upplivingarrík í tryggum kørmum.


Galdandi er, at tú ert arbeiðssom/samur og hevur í minsta lagi prógv úr 10. flokki. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Uppgávur
Í lærutíðini verður tú í tínum serstaka leikluti við til at veita øllum Føroyum streym. Talan er um nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur, har tú fær fremstu og neyðugu vitanina um tað yrkið, sum tú velur at útbúgva teg innanfyri.

Løn o.a.
Løn og starvsviðurskifti verða ásett sambært lærusáttmála.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Sæmund Tausen, verkmeistara, telefon 34 68 00.

Umsóknarfreistin er mánadagin 16. juli 2017. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Elfelagið SEV,
Postrúm 319,
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo

GG.: Viðmerkið í umsóknini: lærlingur maskinsmíð og hvar tú søkir: Sund ella á Strond


SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 160 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV fram á í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.