Ásla Simonsen, ið hevur átt og rikið Maskulin síðani 17. oktober 1995, hevur nú selt handilin til Ernu Thorleifsdóttir Sigurðsson.
Ásla Simonsen sigur, at hon hevði ætlað sær at rikið handilin nakað enn og kanska hugt eitt sindur eftir hvussu leikur fór, tá nýggja handilssentrið verður veruleiki, men av tí at eg bleiv uppsøgd í hølunum har eg havi leigað, valdi eg at selja, tá eg fekk eitt nøktandi tilboð.
Uppá fyrispurning okkara, um hvat Ásla fer at gera frameftir, sigur hon, at tað fer tíðin at vísa. Eg eri ikki so heilt ung longur, so tað verður neyvan nakað stórt eg fari undir, men hinvegin kundi eg hugsa mær at arbeitt úti nøkur ár afturat, og tað verður helst til tað. Men fyrst hugni eg mær heima og síggi tíðina an, sum man sigur.
Kanska fingið genurnar hjá babba
Hetta sigur ein fryntlig Erna Thorleifsdóttir Sigurðson, tá vit spyrja hvussu hon kom fram til at hon skuldi keypa sær ein handil.
Eg havi havt hug til handilsvirksemið og eri uppvaksin í umhvørvinum, kann man siga, so tað hevur fallið mær lætt.
Hóast eg havi arbeitt í handli nógv, so havi eg seinastu tíðina gingið heima og ansa børnum, men nú haldi eg tíðin er komin at eg fari at takast við handil eisini.
Handilin Maskulin, ið er ein mannfólkahandil, er uppsagdur í hølunum her hann hevur húsast í gott 10 ár. Ég havi tryggja mær onnur høli, og í juni mánaða rokni eg við at flyta inn í hølini á Stangavegnum, har Toll & Skatt hevur hildið til.
Uppá fyrispurning okkara um vit fara at síggja nakrar broytingar við Maskulin, sigur Erna at hon heldur at handilin er væl rikin og eg fari at hálda áfram har Ásla slepti, tó fari eg at seta míni fingramerki á úrvalið eisini og tað fara viðskiftafólkini at merkja nakað til.
Vit ynskja Ernu hjartaliga tillukku og góðan byr.




