Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Master Class sangskeið í Klaksvík

(Erik Biskopstø)

Jógvan Hansen, sum í hesum døgum hittar í Íslandi, hevur mæta songkvinnu við sær á Summarfestival, sum fer at halda eitt spennandi sangskeið í Atlantis

Hon eitur Kristjana Stefánsdóttir, er ein ógvuliga roynd og vælútbúgvin sanglærari. Hon hevur vunnið fleiri altjóða prísir og er víðagitin fyri sína sterku og vøkru jazzrødd. Hon er ein av kendastu tónlistafólkum Íslands og hevur eisini givið sínum landsmonnum góðar upplivingar á palli og hollan kunnleikan innan sangvenjing og sangteknik. Ein av hennara nýggjastu næmingum, er føroyingurin Jógvan Hansen, sum vónar at sanghugaðir føroyingar fara at nýta gylta møguleikan at læra av íslendska meistaranum.

Skeiðið verður hildið í Atlantis í Klaksvík mikudagin og hósdagin, báðar dagarnar frá kl. 16 – 20 og frá mánadegnum verður høvið at tekna seg til skeiðið á heimasíðuni hjá Atlantis.

Tey verða 12 pláss á fyrstaklassa, har hvør einstaki næmingur fær persónliga undirvísing og røttu amboðini at menna røddina og sangevnini, og fer hetta at kosta 1000 krónur fyri hvønn luttakara.

Tað verða eisini nøkur pláss á øðrum klassa, har fólk kunnu eygleiða og verða partur av felagsundirvísingini. Tað kostar kr. 250,-

Sí meira á www.atlantis.fo