Í samband við Summarfestivalin 2008, kemur bass leikarin Lars Danielsson, ið skal framføra við Lindu Andrews, at hava eitt sokallað “Masterclass” í Atlantis mikukvøldið 06 aug.
Masterclass
Frálíkt høvi verður nú at uppliva tónleikaligt talkshow við dananum Lars Danielsson, sum seinastu umleið 30 árini hevur verið millum mest umbidnu bassleikarar í norðurlondum.
Lær av góðum og ringum royndum hjá Lars, og fá kunning um:
1. Hvussu fær ein nógvar og góðar uppgávur sum tónleikari?
2. Hvussu tryggjar man sær at lønin er góð?
3. Hvussu fær man spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur?
4. Hvørja fatan hevur Lars Danielsson av sær sjálvum sum tónleikari? Er hann hetta? Ella hatta? Ella hitt?
5. Hvussu sær hann mun á einum listamanni og einum góðum handverkara?
6. Hvussu hevur Lars skapt sær sítt netverk? Hvør og hvat myndar hansara netverk? Og hvussu røktar hann tað?
7. Hvussu er býtið millum undirvísing og arbeiðsuppgávur í upptøkuhølum og á palli? Hvussu fær hann javnvág ímillum hesar uppgávur?
8. Hvønn hugburð skal ein hava, tá ið farið verður úr einum umhvørvi í eitt annað; millum at vera studiotónleikari og stuðulstónleikari og at skula stjórna samanspælinum í einum tónleikabólki? Hvør skal hugburðurin vera í hvørjum einstøkum føri? Hvussu finnur ein seg til rættis í ymisku leiklutunum?
9. Hvussu fyrireikar Lars seg kropsliga og sálarliga til sínar ymisku uppgávur?
10. Hví er ov lítið til av sex, drugs and rock´n roll í tónleikaídnaðinum? Hvussu fær mann meiri av hesum inn í tónleikavinnuna?
11. Hvat krevst fyri at fáa ein góðan plátusáttmála?
12. Hvussu fær mann rætta hugburðin at nørast í einum tónleikabólki? Og hvussu kann hetta hoyrast í tónleikinum?
13. Hvussu skal tímatalvan hjá einum tónleikara leggjast til rættis? Og hvussu skal roknskapurin skipast? Og hví?
14. Hvørji eru tey fittastu, stuttligastu og býttastu, sum Lars hevur spælt saman við? Og hví vóru tey tað?
15. Hevur Lars góð ráð at geva um hvussu mann kann finna sín egna tónleikaliga samleika?
Lars fer at siga frá og lýsa síni nærum 30 ár í tónleikavinnuni, um motivatión og um mentala fyrireiking. Eisini fer hann at greiða frá týdninginum, sum ein tíðarætlan kann hava fyri at ein kann gerast professionellur tónleikari. Eisini fer Lars at vegleiða um rætta mátan at venja, umframt at prát um tekniska útgerð til bæði pallnýtslu og upptøkur eisini verður á skránni. Drúgva samstarvið við eitt nú Michael Ruff, Nils Landgren, Sanne Salomonsen, Thomas Helmig og Lisu Nilsson fær eisini pláss í skránni hjá kenda danska bassistinum.
Í sínum samstarvi við R&B framleiðararnar Cutfather & Joe hevur Lars spælt inn tónleik til heimskend soulnøvn sum Mary J.Blige, Brownstone, Des´Ree og onnur. Eisini kann nevnast konsertferð í Evropa og USA við Eagle-Eye Cherry(Save Tonight) í 1998 og ´99. Um somu tíð spældi Lars bass á øllum løgunum á fløguni Dream, sum Thomas Helmig gav út í 1999. Eftir útgávuna var hann partur av bólkinum, sum spældi undir hjá århusianska sangaranum á konsertferð um alt Danmark.
Lars hevur sum tónleikari luttikið á meiri enn 500 ymiskum tónleikaútgávum og hevur sum bassleikari samstarvað við tónleikanøvn um allan heim. Nevnast kunnu: Lisa Nilsson, discokongurin Rick Astley, 13 ár í bólkinum hjá Thomas Helmig og 17 ár í bólkinum hjá Sanne Salomonsen.
Eisini hevur hann spælt saman við rock´n roll legenduni Jerry Lee Lewis og songkvinnuni Grace Jones og mong onnur.
Lars hevur eisini við hepnari hond ment og framleitt tónleik til sjónvarpssendingar sum Venner For Livet og Klassefesten. Við bólkinum ZindyKukuBoogaloo vísti hann eisini hvussu avgerandi leiklut tónleikur kann hava í eini undirhaldssending.
Eisini hevur Lars havt leiklutin sum kapellmeistari í vælumtóktu sjónvarpssendingini hjá DR, Det Store Juleshow, sum hvørji jól verður víst í øllum norðurlondum. Í sendingini luttaka nøvn sum Sissel Kyrkjebø, Thomas Helmig, Gavin DeGraw, Melanie C, Il Divo, Katie Melua umframt mong onnur.
Lars hevur síðani 1988 undirvíst á Det Rytmiske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Eisini hevur hann lært frá sær í Musicians´ Institute í Hollywood, California og á tónleikaháskúlanum í Gøteborg. Eisini hevur Lars havt ein hóp av sonevndum masterclasses og clinics bæði innan- og uttanlands.
Lars er høvundi at bókini Bassworks, umframt DVD útgávuni Larry´s Licks. Í hesum døgum spælir Lars saman við norsku songkvinnuni Rebekka Bakken, sum hann tey farnu 3-4 árini hevur ferðast um alt Evropa saman við. Eisini arbeiðir hann saman við gomlu vinmonnunum Per Lindvall, Henrik Jansson og Daniel Fridell í samband við teirra felags verkætlan Studio Tan, sum skjótt fer at geva fløgu út. At enda kann nevnast, at Lars eisini er í starvi sum tónleikastjóri (musical director)á fleiri ymiskum sjónvarpssendingum, har hann fær væl burtur úr sínum mongu royndum sum professionellur tónleikari seinastu tríati árini.
Sí meir á: atlantis.fo




