Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mastrahvalir vitjaðu seinrapartin á Borðoyavík

John William Joensen

Átta mastrahvalir vóru sæddir út fyri Núp seinrapartin.

Tveir ella tríggir svumu runt um aliringarnar, sum liggja út fyri Norðoyri.

Hóast teir vóru heilt nær ringunum gjørdu teir einki um seg og tá teir høvdu forvitnast eina løtu settu teir kós móti Borðoyanesi.

Tað ávirkar sjálvsagt fiskin í alibrúkunum tá slíkir gestir vitjað.

Tá kópur nærkast verður ofta lagt merki til at fiskurin gevst at eta tí hann kennir ótta á sær.

Sum skilst løgdu menn í Hvannasundi merki til mastrahval í gjár.