Umleið átta tíðina í morgun sóu fólk ein strandaðan mastrahval (bóghvítuhvalur) við Bedingina
Nógv fólk hevur allan morgun vitjað hvalin, sum hevur ligið nakrar tímar á lítlubeding og sá út til at hava tað gott.
Sýslumaðurin sendi boð eftir djóralæknanum – men onkur vildi hava sýslumannin at geva loyvi til at drepa – so hann kundi vera í pottinum til døgurða.
Men hvalurin er friðaður og eftir at djóralæknin hevði kannað hvalin var hann fingin út á sjógv.
Í løtuni eru bátar í ferð við at reka hann út av Vánni – men hann kavar í heilum og fer longur inn á Vánna.
Trýst her og sí fartelefonmyndir á blogg síðuni hjá Norðlýsinum




