Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mastrahvalurin kannaður

Oliver Joensen

Mastrahvalurin, sum fyrst rendi seg upp á land á Klaksvík og síðani seinni var funnin deyður á Vánni er kannaður av náttúrugripasavninum.

Høgni Arnbjarnarsson frá Náttúrugripasavninum sigur við Norðlýsið, at hvalurin er skorin upp og at tey hava tikið royndir av honum, sum skulu kannast. Annars vórðu ikki nógvar ábendingar, teir kundu síggja á hvalinum um hví hann doyði, uttan tað, at nýrini vóru sera bleyt og nakað av blóði var eisini í búkholuni.
Tað vísti seg at hvalurin úr Klaksvík var ein hon. Vit hava kanna hornið á hvalinum og samanborið rivur á tí við myndur úr Norðlýsinum og vit kunnu rættuliga víst siga, at hetta er sami hvalur. Vit máldu hann til at vera 5,75 metrar.
Vit fingu eisini ein mastrahval úr Skálavík og hann fara vit at "skelettera" og síðani at varðveita beinagrindina á honum. Royndir eru eisini tiknar av hesum hvalinum.
Høgni Arnbjarnarsson sigur eisini, at dna royndir eisini eru tiknar, og fáa vit møguleikan seinni, so fara vit at royna at fáa staðfest um hvalirnir báðir vóru í ætt.