Mikudagin fingu Rannvá, Katrin, Ester og Miriam, sum ganga í 9. flokki, møguleika at leggja fram fyri leiðslu skúlans, næmingaráðnum, Karli Johansen, borgarstjóra, Anniku Steintórsdóttir Biskopstø og Eyðsteini Poulsen, býráðslimum, verkætlanina Ung og kostur.
Hetta er ein spennandi verkætlan, sum tær arbeiddu við í november 2020 og nú aftur fingu møguleika at leggja fram. Her er nakað av tí, tær løgdu søgdu.
Spurdómur
Kostur er sjálvsagt føði, og tá ið fólk hugsa um heilsugóðan kost, so hugsa vit kanska ofta, at tað er fullkorn og grønmeti, men tað er eisini umráðandi at vit fáa eitt sindur av feitti og sukri.
Út frá hesum tankum var spurdómurin settur:
Hvørja ávirkan hevur kosturin á heilsuna hjá ungum?
Tær vóru frá byrjan samdar um, at tað er umráðandi, at ung fáa heilsugóðan kost, og at tey eta fjølbroytt. Kosturin ávirkar ung t.d. í skúlanum, tí tey ofta kunnu kenna seg troytt, og hetta ávirkar trivnaðin. Men hvussu kundu tær vísa á, at hetta ikki bara vóru teirra tankar, men eisini í tráð við veruleikan?
Tíðliga í tilgondini gjørdu tær tí eina spurnakanning millum næmingar í 4. til og við 8. flokki, við vón um, at kanningin kundi gera tær klókari hesum viðvíkjandi.
Kanningin vísti m.a., at tey ungu kenna seg troytt í og aftaná skúlatíð, tí tey t.d. ikki fingu rættan mat at eta í skúlanum, og tí tey ikki hava matpakka við í skúla hvønn dag.
Matarskipan á Skúlatrøð
Eftir fyrstu tankarnar, spurningarnar, kanningina og fleiri útdýpandi spurningar fingu Rannvá, Katrin, Ester og Miriam eitt hugskot. Hvat við at skipa fyri eini matarskipan, so tey ungu í skúlanum kunnu njóta fjølbroyttan og heilsugóðan mat í skúlatíðini.
Tað, sum talar fyri eini matarskipan, er m.a., at tey ungu fáa mat og hugsandi fara at orka betur at fylgja við í skúlanum. Eisini kann hetta ávirka trivnaðin í skúlanum. Umráðandi er sjálvsagt at ung fáa heilsugóðan mat í skúlanum.
Tað, sum kanska talar ímóti, er fíggingin, tí tað er skjótt til, at onkur ikki hevur ráð, um skipanin verður ov dýr, ella um ov nógv ikki hava hug at vera partur av matarskipanini. So fer peningur at tróta.
Hvat kann bøta um kostvanarnar?
Rannvá, Katrin, Ester og Miriam eru samdar um, at matarskipanin óivað hevði bøtt um kostvanarnar hjá teimum ungu. Út frá kanningini var greitt, at fleiri ung hava vant seg við at keypa í fríkorterinum, og tá er talan um pitsa, sodavatn ella bomm. Her kundi matarskipanin væl møguliga verið við til at broytt matvanarnar.
Orsøkin til at ung ov ofta velja tað ósunna er, at tað er tann “lættara loysnin”. Tað er lættari og skjótari at keypa eina pitsa enn at gera heilsugóðan mat. Sjálvt um tað er lættari, so er tað ikki sunnari fyri kroppin ella betri fyri heilsuna. Eisini kann hetta ávirka evnini at hugsavna seg og økir vektina.
Ber tað til, og hvat kostar tað?
Rannvá, Katrin, Ester og Miriam halda, at tað ber til at hava matarskipan á Skúlatrøð, um øll standa saman um hana. Tað krevur tíð og orku at seta hana í verk, eins og tað krevur fígging.
Tær gjørdu í verkætlanini eina útrokning, har tær roknaðu matarskipan sum tilboð tríggjar dagar um vikuna fyri kr. 25 pr. tallerk.
Tá verður roknað út so: 25 (krónur) x 3 (ferðir um vikuna) = kr. 75 um vikuna. Hetta verður faldað við 4, sum eru vikurnar í mánaðinum og gevur kr. 300 krónur um mánaðin.
Um roknað verður við 800 næmingum, ið brúka matarskipanina, so verður tað umleið kr. 240.000 um mánaðin í inntøku at keypa inn fyri. Um árið verður hetta umleið 2,1 mió., um faldað verður við níggju skúlamánaðum.
Kann Klaksvíkar kommuna spæla við?
Hendan framløgudagin í skúlanum fingu Rannvá, Katrin, Ester og Miriam høvi at leggja fram fyri borgarstjóra og býráðslimum, og tær fingu eisini høvi at spyrja, um Klaksvíkar kommuna møguliga kann gjalda. Ella um kommunan kann vera við at gjalda annan helmingin og foreldrini hin.
Hóast einki ítøkiligt varð lovað á fundinum, so vístu tey stóran áhuga fyri framløguni. Nú verður spennandi at vita, um matarskipan á Skúlatrøð gerst veruleiki.
Livst, so spyrst.
Við nøkrum myndum takka vit Rannvá, Katrini, Ester og Miriam og hinum fyri løtuna.






