Í dag 14. februar 2008 – sjálvan Valentinsdagin – eru liðin seksti ár síðan Mathilda og Fríðrik Poulsen, Klaksvíksvegi 39 í Klaksvík, gingu saman í hjúnarband.
At hetta altíð so snøgga og hábærsliga par eru SO gomul, er ikki til at fata. Hetta at eldast er eitt løgi fyribrigdi.
Sum barn heldur ein eina kvinnu og ein mann, sum eru í 80unum, vera avgomul. Men tá ið tú eldist samsvarandi sjálv, øtast tú yvir, at tey knappliga eru vorðin so gomul. Tá er tað sjálvt talið, ið loypur kvøkk á.
Tey eru tey somu, sum tú hevur kent øll hesi ár, og sum ikki eru broytt stórvegis – ikki fyrrenn tú fært eina gamla mynd upp í hondina, varnast tú, at tíðarinnar tonn kortini á ein ella annan hátt onkursvegna hevur tannlað burturav her og har.
Men so aftur til tað hábærsliga parið, sum gongur svermitúrar eftir Oyravegnum. Fríðrik vaks upp á Eiði. Sonur Kristiannu og Jóhan í Djónastovu. Tey eru fimm systkin, og øll eru enn á lívi. Fríðrik kom til Klaksvíkar 17 ára gamalur at læra til elektrikkara hjá Rudolf Joensen, og hevur mestsum verið her líka síðan. Mathilda er dóttur Mariu og Hans Erik Olsen í Víkunum. Tey vóru sjey systkin, og nú eru bert 2 eftir á lívi.
Í 1948 giftust tey og bygdu sær hús við Klaksvíksvegin. Tey fingu 2 børn – Mariu og Jóhan – umframt Dánjal, sum tey hava fostrað upp. Fríðrik hevur altíð verið ein hegnismaður, og væl dámar honum at takast við handaligt arbeiði. Alt, sum hann hevur gjørt, er væl og virðiliga lagt úr hondum – har er als einki at koma eftir!
Hetta sæst best á teimum vælhildnu, gulu húsunum við reyðari grund, sum standa so fitt mitt í Víkunum, har tað altíð er so hugnaligt at støkka inn á gólvið at fáa eitt prát – og tað er altíð stuttligt at práta við tey. Tey eru bæði tvey ungdommilig og fylgja væl við í øllum samfelagsviðurskiftum.
Mathilda hevur verið og er framvegis ein dyggur stuðul hjá okkum øllum, hon hevur altíð hildið okkum til og samstundis verið góð í ráðum. Hon dugir væl at gera mat, og inni hjá teimum er ongantíð eitt “smusk” at síggja nakrastaðni. Alt er ruddiligt og snøgt. Mathilda bakar enn hvønn kakubita, og tað smakkar! Frikadellurnar, hon ger, ger eingin henni eftir.
Hondbólt spældi hon, tá ið hon var ung. Var ein stórur málslúkur á Stjørnuliðnum undir krígnum, sum eisini var Føroyameistari. Áhugin fyri hondbóltinum og Stjørnuni er ikki minkaður. Er dystur hjá Stjørnuni útvarpaður, situr hon við útvarpslurtið, og hon hevur “for” frá.
Á Grækarismessu og á Flaggdegi var hon altíð við til skrúðgonguna – og vit børn vóru altíð við henni. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri hornorkestrinum, og vindeyguni eru enn víðopin, tá ið skrúðgongan fer fram við húsunum. Eru eyguni farin at bila, so eru oyruni enn góð.
Kundi skriva so nógv, nógv meiri um tey bæði, men eg bíði til í kvøld, tá ið vit hittast á sjómansheiminum til veitslu. Takk fyri alt, tit eru fyri okkum.
Hjartaliga tillukku
Heisan Margit




