Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matiné í Christianskirkjuni leygardag kl. 11 – At sigla, farast og hvørva

John William Joensen

Matiné í Christianskirkjuni leygardag kl. 11 – At sigla, farast og hvørva

Ein annarleiðis Matiné, har Monika Stauss og Dánjal

Eysturstein spæla violin og klaver, meðan Heðin Kambsdal

spælir á orgul.

Men eisini fara Elsa og Róland í Skorini á hesi Matinéini at

hugleiða um hugtøkini “At hvørva, sakna og ikki vita”.

Hetta við støði í krígsárunum, har 80 familjur í Føroyum –

undir og eftir 2. heimsbardaga ikki vistu, nær, hvar og hvussu

menn, pápar og synir fórust.

Eisini hava Frits Johannesen og Heðin Kambsdal, listamenn

eina lítla listaframsýning við ímyndum úr hesum sama –

Holocaust, ella fólkatýning.

Henda Matinéin er ein partur at Torraskránni

Vælkomin!