Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matrikuleringin av fjøruni í Vestmanna í rættinum

Tíðindaskriv

Stóra málið um nýmatrikulering av fjøruni í Vestmanna – av Grønanesi og inn móti Fossá – er nú liðugt viðgjørt av Umhvørvisstovuni og lagt fyri Føroya rætt.

Stóra málið um nýmatrikulering av fjøruni í Vestmanna – av Grønanesi og inn móti Fossá – er nú liðugt viðgjørt av Umhvørvisstovuni og lagt fyri Føroya rætt.

Í tíðarskeiðnum 1965 til 1997 vórðu allar Føroyar matrikuleraðar. Í ávísum førum hevur tað víst seg, at ov stórur munur er á tí, ið matrikulkortið vísir, og viðurskiftunum á staðnum. Fjøran í Vestmanna er eitt tílíkt øki. Orsøkin er deils, at matrikuleringin í síni tíð varð grundað á korttilfar, ið varð framleitt í sambandi við útskiftingararbeiði tíðliga í farnu øld, og deils at nýtsla og bygging fram við og í fjøruni er framd í verki, uttan at matrikuleru viðurskiftini eru rættað samsvarandi.

Tí varð farið undir at matrikulera økið av nýggjum, og tað er hendan nýmatrikulering, ið nú er løgd fyri rættin.

Matrikullógin ásetur, at tá matrikulmyndugleikin hevur gjørt sítt arbeiði liðugt, verður alt tilfarið sent landsstýrismanninum, sum í almennari stevning skal stevna einum og hvørjum, sum mótmæla tí nýggja matriklinum. Allar kærur skulu leggjast fyri Føroya Rætt, sum síðan tekur støðu til hesar. Tá málið er liðugt viðgjørt, verður ein sonevndur eigindómsdómur sagdur, har tann nýggi matrikulin verður dømdur at verða rættur og galdandi.

Í hesum døgum lýsir sorinskrivarin alment við, at tey sum mótmæla nýggja matriklinum, skulu skjalprógva krøv síni og senda tilfarið til Føroya Rætt.

Nýggi matrikulin sæst hjá sorinskrivaranum, á kommunuskrivstovuni í Vestmanna og á hesari heimasíðu.

Les meira her >>


Harleywoodpaint